Smæðni og loyndarfulli Gunnar

Á stóra pallinum uttanfyri klokkan eitt sindur yvir átta, presenteraðu tvær bláar, eitt sindur kiksaðar gentur smædna og eitt sindur loyndarfulla Gunnar Guttesen.

Tað er ikki kanska ikki so nógv, sum hava hoyrt Gunnar Guttesen á odda fyri einum bólki fyrr, men nógv av teimum, sum høvdu, stóðu og bíðaðu eina góða løtu áðrenn konsertina, at Gunnar skuldi byrja. Eg var ein av hesum. Mítt fyrsta inntrykk var at stóri uttandura pallurin var tann skeivi fyri Gunnar. Hann hevði rigga betri inni á Tjóðpallinum. Eisini helt eg at avmarkaða instrumentatiónin (klaver, bass og trummur) var ov avmarka og ein longdist eftir at hoyra tónleikin í fullum útblástri.

 

Gunnar hevur heilt sín egna stíl. Hóast nógv av tí, sum hann ger gevur ábendingar til ymiskar tónleikarar og tónleikastílar, so er allur tónleikurin hjá Gunnar fyrst og fremst Gunnarskur. Man kundi kanska kallað tónleikin dramatiskan fusiónsrokk, men er hetta eitt eitt sindur for smalt heiti. Tað gekk eitt sindur striltið at fáa gongd á tónleikin í fyrstani og luftin fór eitt sindur úr spenningsballónini, sum varð blást á tamp áðrenn konsertina. Men Gunnar byrjaði so smátt at finna stevið sum konsertin leið og í triðja sangi byrjaði tað veruliga at gerast feitt. Konsertin rakk at enda einum veruligum klimaksi í seinasta sanginum og stóð ein (og øll hini) eftir við eini kenslu av at Gunnar, á einum veruliga veruligan hátt, er langt frammanfyri nakran annan tónleikara í Føroyum. Hevði Gunnar bara tikið seg saman og gjørt eina fløgu, so vit ikki noyðast at renna frá sjáldsamari konsert til enn og sjáldsamari konsert, at uppliva hansara fantastisku tónar.

 

Arni Zachariassen