Tað verður byggifyritøkan Smíðlist, sum skal útbyggja barnaskúlan við Gøtugjógv. Eysturkommuna fer at brúka 17 miljónir krónur í ár til nýggjan skúlabygnað. Eysturkommuna hevur samtykt at taka av lægsta tilboðnum, sum var upp á umleið 2,9 miljónir krónur.
Smíðlist, sum frammanundan er í holt við at útbyggja Stranda skúla, skal byggja tvær skúlastovur aftrat til barnaskúlan í Gøtu. Hesar stovur verða so stórar, at tær skulu kunnu deilast í fýra stovur. Hølir verða eisini til serundirvísing, eins og stór gongd verður, sum eisini skal brúkast til uppihaldsrúm. Haraftrat verða wc-ir í nýggja bygninginum, sum verður bygdur norður úr verandi skúla í Gøtu - inn á tiltikna tjaldøkið, sum G! Festivalurin hevur nýtt ágóða av í nógv ár.
Erik Lervig, skrivari í Eysturkommunu, sigur, at jørðarbeiði er um at verða liðugt, og nýggi skúlabygningurin skal standa liðugur eftir summarfrítíðina. Aftrat betong-og timburðarbeiðnum, sum Smíðlist skal gera, verður el-arbeiði og HVS-arbeiði gjørt av øðrum.
Skrivarin sigur, at Eysturkommuna hevur sett tilsamans 17 miljónir krónur av í 2010 til nýggja skúlabygnaðin í samanløgdu kommununi.
- Hetta er bæði til nýbygging, umbygging og til onnur arbeiði á skúlaøkinum, sigur Erik Lervig.
Skrivarin sigur, at eftir skúlaársbyrjan í heyst fara børn upp til og við triðja flokk at ganga í Leirvíkar skúla, og børn í fjórða flokki og upp til sjeynda flokk fara at ganga í Gøtu skúla, sigur Erik Lervig.
Næmingar úr Gøtu og Leirvík, sum ganga í framhaldsskúla, fara framvegis at ganga í skúla í Fuglafirði.