Smílandi andlit í Oyndarfirði

- Eg helt tað vera løgið, at mann hevur gingið her sum smádrongur øll hesi árini og ikki lagt merki til hatta har. So andlitini mugu hava ligið nokkso væl undir, hugsi eg.
Tað sigur Andre Rasmussen, sum varð fyrstur at forvitnisligu steinunum í Oyndarfirði, har smílandi andlit eru ritaði í.
- Eg gekk oman við, og mitt í tí heila síggi eg, at tað sær so løgið út. Tað var eitt lítið sindur av mold omaná, og eg tók so og pussaði tað av. Tá vóru tað hesi andlitini, sigur Andre Rasmussen.
Ongin sigur seg vita um hesar steinar við andlitum, og menn vita ikki um, at forfedrar teirra hava nevnt nakað líknandi. Tveir slíkir steinar eru eisini at finna vesturi í Vágum, í Sandavági, men upprunin til teir er ikki kendur.
Í gjár, týsdagin, var fornfrøðingurin Símun V. Arge í Oyndarfirði og kannaði steinarnar. Enn er óvist hvørja niðurstøðu hesar kanningar kunnu føra við sær.
- Eg haldi tað vera spennandi. Nú verður áhugavert at síggja, hvat fornfrøðingarnir koma fram til, sigur Eirikur Rasmussen.

hkm