Smádrongur fekk fløsku í høvdið

Ein føroyskur áskoðari varð tikin av løgregluni undir landsdystinum mikukvøldið. Hann tveitti eina glasfløsku eftir løgreglumanni, men rakti ein smádrong í høvdið

 

Fólk leitaðu sær í stórum tali til HM-landsdystin millum Føroyar og Jugoslavia á Tórsvølli mikukvøldið. Almenna áskoðaratalið var 4.371, og flestu av hesum áskoðarunum skikkaðu sær væl.

 

Men á áskoðaraplássunum aftan fyri málið, har trúgvastu føroysku áskoðararnir halda til, vóru tað ikki allir, sum dugdu at uppføra seg.

 

Ein maður, sum hevði fingið ov nógv inn um, tveitti eina glasfløsku eftir einum løgreglumanni, sum gekk framvið. Fløskan rakti ikki løgreglumannin, men hinvegin ein smádrong í høvdið.

 

Vaktarmaður fann fram til tann seka mannin, og eftir at hava tingast eina løtu fór løgreglan avstað við manninum, sum er skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar.

 

Ein áskoðari, sum Sosialurin hevur tosað við, heldur, at atburðurin hjá hesum manni var út av lagi, og at fólk sótu sum kánus eftir hendingina.

 

 

 

12. maður harmast

 

Formaðurin fyri føroyska áskoðarafelagnum, 12. manni, heldur lítið um hendingina, sum hann eisini var vitni til.

 

? Hasin persónurin hoyrdi ikki til okkum, og vit vilja heldur einki hava við slík fólk at gera. Vit leggja upp til at hava tað stuttligt, og tað er avgjørt ikki soleiðis, at tað skal ganga fyri seg, sigur Regin Egholm.

 

? Vit eru fullkomiliga ímóti, at áskoðarar skulu gera um seg á slíkan hátt. Vit skulu heldur stuðla landsliðnum við rópum og sangi og hava tað stuttligt, meðan vit gera tað.

 

? At ein áskoðari tveitir eina fløsku á slíkum skilaleysan hátt, má ikki gerast ein vani, og vit kunnu bara ímynda okkum, hvat hevði hent, um fløskan endaði inni á vøllinum, sigur Regin Egholm.

 

 

 

Løgreglan væl nøgd

 

Løgreglan hevur sentrala uppgávu, tá stór tiltøk sum fótbóltslandsdystur er á skránni, og mikukvøldið var løgreglan sjálvsagt til arbeiðis.

 

? Okkara stóra uppgáva er at syrgja fyri, at fólk og ferðsla kunnu koma til og frá dystinum á ein tryggan hátt, og hetta gongst væl. Tað er gott lag millum fólk, tá tey fara til dyst, og sjálvt um vit tapa so nógv, so er ongantíð vandi fyri ófriði, sigur Jón Klein Olsen.

 

? Tað er munur á, tá fólk fara til fótbólt í Føroyum og í til dømis Danmark. Stemningurin er ein annar í Føroyum, og tað er eingin, sum ger seg inn á nakran.

 

Løgreglan hevði einar 10 mans umframt hjálparfólk til arbeiðis undir landsdystinum mikukvøldið, og tað var bert tann eini maðurin, sum varð handtikin í sambandi við dystin.