Sleppa kanska ikki at hyggja at ítrótti

Vit mugu øll somul hjálpa hvørjum øðrum fyri at forða fyri, at corona-smittan breiðir seg

Vit hava øll somul eina ábyrgd fyri at basa corona-virus. Tað er enn eina ferð boðskapurin hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum.

Farsóttabólkurin hevur havt fund í dag, og í hesum sambandi verður mælt til, at vit ikki skipa fyri tiltøkum, har fleiri enn 500 fólk eru savnað.

Les meiri um tað her: Vit skulu ikki skipa fyri tiltøkum fyri meiri enn 500 fólkum

Men er talan um eldri fólk, sum eru serliga viðbrekin, eigur talið at vera nógv lægri – men nakað ávíst tal er ikki sett á.

Men annars eru tey nýggjastu tilmælini, sum eru almannakunngjørd í dag, ikki so nógv øðrvísi enn tey hava verið higartil.

Sostatt verður tað endurtikið, at vit skulu vaska okkum væl og ofta um hendurnar, og at brúka spritt, samstundis skulu vit ikki klemma og mussa hvønn annan, ella taka í hondina á hvørjum øðrum.

– Í roynd og veru snýr hetta seg um at brúka vit og skil, og at hjálpast at og at passa væl upp á hvønn annan, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann leggur eisini dent á, at talan er bara um tilmæli, ikki um kravboð.

Men avleiðingin kann vera, at alt, sum eitur bingospøl, fyrilestrar, konsertir, fundir, ráðstevnur, og annað, verður avlýst, ella í minsta lagi avmarkað, hesar næstu tvær vikurnar.

Tað eru fyrst og fremst eldri, og fólk við varandi sjúku, sum eru í vanda.

– Tí mæli eg til, at bæði land og kommunur hugsa seg væl um, tá ið tiltøk eru, har nógv eldri fólk ella fólk við niðursettari immunverju savnast, vísir landsstýrismaðurin í heilsumálum á.

Men Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at tey, sum skipa fyri kunnu eisini taka støðu til at spæla fótbóltsdystir og hondbóltsdystir, fyri tómum áskoðaraplássum, ella við ógvuliga avmarkaðum talið á áskoðarum.

Kaj Leo Holm Johannesen mælir eisini til, at allir borgarar, sum hava verið í londum, ið eru vandaøki, fara í sjálvboðið sóttarhald í 14 dagar.

Tað verður eisini mælt frá, at fólk, sum hava verið í vandaøkjum um at halda seg frá at vitja á sjúkrahúsum, ellisheimum ella øðrum støðum, har eldri borgarar ella sjúk fólk savnast.