Íslendskur áhugi í føroyskum kynslívi

Prát um kynslív á kvinna.fo hevur vakt ans í Íslandi, somikið nógvir íslendingar hava vitjað heimasíðuna, at talið av vitjandi er vaksið við 95,5% sambært gallup.fo.

Íslendska heimasíðan b2.is, ið er eitt slag av leinkjusavni til stuttligar ella áhugaverdar heimasíður, við øðrum orðum ein íslendsk útgáva av nym.fo, hevur lagt leinkju á heimasíðu sína, til eitt kjak á kvinna.fo, har føroyskar kvinnur undir evnisheitinum ?Tað aftara holið? kjakast um anal sex. Hetta kjakevnið er eftir øllum at døma sera áhugavert fyri íslendingar, tí sambært tølunum á vevmátingarlistanum hjá Gallup er talið av vitjandi á kvinna.fo farið upp við 95,5%. Her av er lutfallið 69,2 útlendskir ip-bústaðir og 30,8% føroyskir. Til samanberingar kann sigast, at lutfallið vikuna fyri var 28,4 % útlendskir ip-bústaðir og 71,6% føroyskir.

Tað er sostatt ikki einans á tónleikaøkinum, at føroyingar hava gjørt vart við seg í Íslandi í síðstu viku.