Íslendski fíggjarmálaráðharrin vitjar Fólkaflokkin

-

Tá Fólkaflokkurin hevur landsfund í Leirvík 10. apríl, fáa tey vitjan av íslendska fíggjarmálaráðharranum, Geir Haarde. Hesin er nýliga valdur til næstformann í Sjálvstæðisflokkinum. Hann er somuleiðis formaður í konservativa bólkinum í Norðurlandaráðnum.

Landsfundurin í Leirvík er tann fjórði í 20 ár, ið verður hildin uttanfyri høvuðsstaðin, upplýsa tey frá Fólkaflokkinum. Fyrr hava landsfundir verið hildnir í Oyndafirði, Vágum og í Klaksvík.