Engey er flaggskipið í íslendska fiskiskipaflotanum. Skipið er 105 metrar langt og 20 metrar breitt. Tað er nú selt einum dóttirfelag hjá Grandi í Hálandi og fer at fiska av ES-kvotum út fyri Afriku
HB Grandi, sum er størsti kvotaeigarin í Íslandi, hevur selt Engey, sum í fjør fiskaði fyri einar 140 mió føroyskar krónur, til hálendska dóttirfelagið hjá Grandi, Atlantic Pelagic BV.
Engey er flaggskipið í íslendska fiskiskipaflotanum. Skipið er 105 metrar langt og 20 metrar breitt.
Sølan merkir, at nakrir íslendskir fiskimenn, sum vóru við skipinum, eru uppsagdir.
Engey hevur frystarí og egna mjølverksmiðju.
Risastóra skipið skal nú fiska av ES-kvotum úti fyri Afriku.
Veiðan verður makrelur, hestamakrelur og sardinur, sigur felagið Grandi á síni heimasíðu