Íslendingur skal leiða Visit Greenland

- Ferðavinnan í Grønlandi gongur móti spennandi tíðum, har nýggjar floghavnir fara at lata upp fyri nýggjum møguleikum, sigur nýggi stjórin.

 

Tað verður íslendingurin, Hjörtur Smarason, sum skal standa á odda fyri Visit Greenland frá 1. apríl í ár at rokna. Hann skal avloysa Juliu Pars sum stjóri. 

Íslendingurin skal standa á odda fyri at seta gongd aftur á ferðavinnuna í Grønlandi eftir koronu-kreppuna, sigur Visit Greenland í tíðindaskrivi í dag.

- Ferðavinnan í Grønlandi gongur móti einari ógvuliga spennandi tíð, har nýggjar floghavnir fara at lata upp fyri spildurnýggjum møguleikum.

Sjálvur heldur nýggi stjórin í Visit Greenland, at nýggjar íløgur og vørumenning innan grønlendsku ferðavinnuna fara at skapa eina røð av spennandi størvum innan vinnuna.