Íslendska makrelveiðan í ár gav meiri enn 1.000 ársverk, og tað er meiri, enn tey bæði stóru aluminiumsvirkini hjá Alcoa tilsamans, skrivar Morgunblaðið.
Upplýsingar frá fiskimálaráðnum í Reykjavík vísa, at makrelurin gav íslendska búskapinum góðar 25 milliardir íslendskar krónur, sum er knappliga 1,2 milliard í okkara pengum. Umleið 200 ársverk vóru knýtt at sjálvum fiskiskapinum og á leið tað sama í vinnuni á landi. Harafturat komu umleið 600 ársverk í avleiddum vinnum. Sostatt gav makrelurin fleiri ársverk enn tey bæði stóru aluminiumsvirkini hjá Alcoa á Reyðarfirði og í Straumsvík, har umleið 900 fólk arbeiða.
Umleið 90 prosent av makrelinum, sum íslendingar veiddu í ár, fór til matna. Til samanberingar nevnir Morgunblaðið, at fyri bara trimum árum síðani fóru 80 prosent til ídnað.