Slapp snikkaleysur frá óhappi

Tað var hált og bilurin var væl skøddur

Í morgun fór ein bilur útav landsvegnum við Hvalvík.

Bilførarin var einsamallur í bilinum, sum var á veg suðureftir, tá ið hann fór útav. Løgreglan sigur, at tað var hált og at tað helst var hetta, sum tók bilføraran í bóli.

 

Bilurin fór á liðina og fyri at binda um heilan fingur, varð sjúkrabilur sendur á staðið.

Men bilførarin var ikki verri fyri enn so, enn at hann fór við einum privatbili ímóti sjúkrabilinum.

Løgreglan sigur, at bilførarin fekk bara smávegis snuddur.

 

Nakað síðani kom nýggj kunngerð sum álegði bilførarum at hava vetrardekk undir bilinum, tá ið tað var hált

 

Og løgreglanum sigur, at í hesum føri var bilurin skøddur eftir forskriftunum.