Havnarmyndugleikarnir í Rotterdam vilja ikki lata skipið Nyk Orion sleppa haðani við stórhvalatvøstinum, sum elvdi til Greenpeace-mótmæli í gjár. Ístaðin fyri hava havnarmyndugleikarnir givið boð um, at tvøstið skal í land, áðrenn skipið sleppur avstað.
Íslendsk bløð skriva, at Nyk Orion var á veg til Japan, og at tað hevði verið í Íslandi eftir stórhvalatvøstinum.











