-Tað er ósatt at eg ikki vildi føra prógv fyri mínum sjónarmiðjum, tá ið fasti Gerðarrætturin viðgjørdi verkfallið hjá Portørunum - Sannleikin er nógv skitnari enn so, sigur Sigmund Poulsen, sakførari hjá Starvsmannafelagnum í grein í Sosialinum í morgin.
Í Sosialinum í dag, staðfestir Kári á Rógvi, nevndarformaður í fasta gerðarrættinum, at, at tað er grundleggjandi løgfrøði, at prógv skulu førast í einum rætti.
Men tað gjørdi sakførarin hjá Starvsmannafelagnum ikki, tá ið fasti Gerðarrætturin viðgjørdi portør-verkfallið, sigur hann við Sosialin.
Hetta avsannar Sigmund Poulsen,
- Eg fekk freist upp á ein hálvan tíma at møta upp til fund í Fasta Gerðarrætti og vit fóru avstað í teirri trúgv, at hetta jú bara var tann fyrireikandi fundurin.
- Eg hevði sjálvur onga proceduru fyrireikað av teirri einføldu grund, at talan var um fyrireikandi fund. Eg setti mítt álit á, at tað kundi eg venda aftur til á úrskurðarfundinum, sigur Sigmund Poulsen.
Men hann sigur, at tann úrskurðarfundur varð ongantíð hildin.
- Eg førdi fram at sjálvandi hevði eg ikki havt tíð at skjalprógva míni sjónarmið, men at eg gekk út frá, at Fasti Gerðarrættur, eins og hvørt mansbarn í Føroyum, var vitandi um at verkføll í Føroyum ongantíð hava verið fráboðað við freist.
- Men vildi rætturin leggja tað til grund, vildi eg hava tíð til at leggja próvtilfar fram, men tað fekk eg ikki.
Sigmund Poulsen sigur, at úrskurðurin byggir heilt einfalt á, at dómararnir persónliga halda, at verkføll eiga at vera fráboðað við freist og onki annað!
- Nú hava bæði tú og rættarformaðurin verið alment frammi og roynt at turkað hendan ?bukkin? hjá Fasta Gerðarrætti í meg. Tað haldi eg er sera óprofessionelt og óvanliga feigt, leggur hann afturat.