Tey føroysku nóta- og trolskipini lógu allan juli-mánaða, tí um tey fiskaðu sild, gjørdist hjáveiðan av makreli alt ov stór.
Føroyingar hava síðani 2000 verið partur av strandarlandasamstarvinum um makrel í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Hini strandarlondini eru ES og Norra. Føroyski parturin er góð 5% av makrelkvotuni, sum strandarlondini áseta sínámillum fyri tann norðara partin av makrelstovninum
Seinastu árini er staðfest, at makrelur er longur vesturi og serliga longur norðuri enn árini frammanundan. Talan er um allar støddir av makreli. Granskarar meta, at makrelstovnurin sum heild hevur flutt seg longur norður. Hildið verður, at hetta kann koma av hitabroytingum í sjónum.
Nógvur makrelur hevur verið at sæð í føroyskum og íslendskum sjógvi í summar. Skipini, ið fiska norðhavssild norðanfyri, rýmdu longur norður, fyri at sleppa undan makrelinum sum hjáveiðu.
Hinumegin markið og í alttjóða sjógvi hava íslendingar í ár fiskað 100-tús. tons av makreli. Makrelur hevur onkuntíð verið fiskaður í íslendskum sjógvi áður, men tað er óvanligt, at so nógv verður fiskað.
Íslendarar fiskaðu eisini nógvan makrel í 2007, teir settu tá krav fram um at fáa kvotu, men tað fingu teir ikki. Nú krevja teir aftur rættindi at fiska makrel, eins og Norra, ES og Føroyar.