Íslendska fótbóltssambandið, KSÍ (Knattspyrnusamband Íslands) skal hava ein nýggjan forseta. Forsetin seinastu 10 árini, Føroyavinurin, Geir Þorsteinsson leggur frá sær aftaná 10 ár, sum forseti, og samlað 25 ár í KSÍ.
Geir Þorsteinsson byrjaði í KSÍ, sum skrivstovustjóri í 1992. Í 1997 gjørdist Geir Þorsteinsson aðalskrivari, og í 2007 var hann valdur forseti í KSÍ. Geir Þorsteinsson hevur upplivað nógv jaligt, sum forseti í KSÍ. Hann hevur upplivað íslendska A-landsliðið fremja eitt bragd í EM-endaspælinum í Fraklandi í fjør summar, og áðrenn tað hevur hann upplivað íslendska kvinnulandsliðið og íslendska kvinnulandsliðið vunnið í EM-endaspøl. Tað er ikki ov nógv sagt, at íslendskur fótbóltur hevur upplivað sína mætastu tíð við Geir Þorsteinssyni, sum forseta.
Í sínum 25 árum í KSÍ hevur Geir Þorsteinsson eisini upplivað, at innandura fótbóltshallirnar eru bygdar í Íslandi, og hann hevur eisini verið við til at sett eina ungdóms og menningarætlan í verk, sum veruliga hevur givið munagóð úrslit.
Nú ætlar Geir Þorsteinsson á aðalfundinum hjá UEFA í Helsinki í Finnlandi í apríl at verða valdur at umboða UEFA í stjórnini hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA.
Lítið er at ivast í, at Geir Þorsteinsson fer at fáa stuðul úr Føroyum, og so er at vóna, at hann røkkur atkvøðutalinum, sum krevst at gerast umboð hjá UEFA í stjórnini í FIFA.