Ísland mátti lúta fyri russum

Íslendska manslandsliðið í hondbólti tapti fyri løtu síðani sín fyrsta dyst í HM-endaspælinum, sum er í Spania.

Ísland møtti í fyrsta dystinum Russlandi. Russar fingu eina góða byrjan, men íslendingar stríddust væl, og tá komið var til hálvleiks, vóru russar bara frammanfyri við einum máli, 14-13.

Í seinna hálvleiki vóru tað íslendingar, sum byrjaðu betur og komu trý mál fram um russar, men so javnaði dysturin seg aftur. Ímóti endanum vóru russar drúgvari, og endin var, at teir vunnu dystin 30-25.

Um eina løtu byrjar ein annar dystur í sama bólki. Hann er millum Danmark og Qatar.