SLÆTTANES
Søgan um, tá skúlin á Slættanesi varð niðurlagdur, og seinasta húskið flutti av bygdini, er samstundis søgan um eitt heimskort, sum í dag hongur uppi í Vestmanna.
Frímann Símunarson á Brúnni var vikarur á Slættanesi, tá hann í 1962 bílegði eitt heimskort til skúlan í bygdini. Kortið varð bílagt úr útlandinum, og tað tók sína rúmu tíð at fáa tað heim til Føroya. Tá kortið endiliga kom higar til lands – eini tvey ár seinni – var skúlin í bygdini niðurlagdur, og seinasta húskið flutti av Slættanesi.
Heimskortið skuldi koma heim til Føroya við Skipafelagnum, og tað var umboðið hjá felagnum í Vestmanna, Niels Winther Olsen, sum skuldi syrgja fyri, at kortið eisini kom út til Slættanesar.
Men hetta varð av ongum, og kortið var tískil verandi í avgreiðsluni hjá Skipafelagnum í Vestmanna.
Og í Vestmanna er heimskortið enn tann dag í dag.
Hvar er kortið?
Trý ættarlið í Vestmanna vóru í tíðarskeiðnum frá 1919 til ár 2000 umboð fyri Skipafelag Føroya og høvdu soleiðis avgreiðsluna hjá felagnum um hendi.
Fyrstur var John Olsen, sum røkti hesa uppgávu árini 1919-1950. Síðan tók sonur hansara, Niels Winther Olsen, við og umboðaði felagið árini 1950-1987, tá Heðin Winther Olsen í triðja ættarliði tók við avgreiðsluni.
Heðin, sum er sonur Niels W. Olsen, sigur, at hann var avgreiðslumaður fram til ár 2000, tá avgreiðslan hjá Skipafelag Føroya í Vestmanna varð niðurløgd.
Áður umrødda heimskort, sum varð bílagt til Slættanesar, endaði á avgreiðsluni hjá Skipafelag Føroya í Vestmanna, og tá Heðin W. Olsen fór av skrivstovuni, helt hann tað vera synd at koyra kortið burtur.
Hann tók heimskortið við sær, og í síðstu viku avmyndaði Sosialurin kortið við hesi serstøku søgu heima hjá Heðini W. Olsen.
Heimskortið er 2x1,25 metrar til støddar.
Skúli og kirkja
Um vit nú líka venda aftur til Frímann, sum seinni gjørdist kendur prestur í Føroyum, so fekk hann urgu út til Slættanesar, so betri umstøður vóru til sang, tá lestur varð lisin í bygdini.
Meðan Frímann Símunarson á Brúnni var vikarur á Slættanesi, setti hann sær fyri, at skúlin í bygdini eisini skuldi gerast kirkja. Hann skipaði fyri, at skúlaparturin vendi ein veg – og kirkjuparturin ein annan, og hann fekk bæði altar og knæfall gjørt.