Sløkkiliðið í Havn: Stendur ótrúliga nógv á

- Vit hava 30 skaðar niðurfyri, siga tey á brandstøðini í Havn.

Hjá sløkkiliðnum í Havn er úr at gera, tí 30 skaðar eru niðurfyri. 

 

Tað eru álvarsamir skaðar og minni skaðar, boða tey frá hjá sløkkiliðnum í Havn. Tey hava ikki stundir at greiða okkum nærri frá støðuni, tí í skrivandi stund stendur nógv á í høvuðsstaðarøkinum. 

 

- Vit hava 30 fráboðanir niðurfyri. Vit eru við at missa tamarhaldið á støðuni, ljóða boðini úr Havn. 

 

Fyri løtuni síðani fór streymurin í pørtum av Havnini. Tað var verjuskipanin hjá Sev sum sló frá, men streymurin kom aftur at kalla beinan vegin.