VIDEO: Áki hevði tveir góðar málmøguleikar móti oddaliðnum

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Ranheim-Lillestrøm 0-4 (0-3)

Áki D. Samuelsen var aftur á vøllinum allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Ranheim høvdu oddaliðið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, Lillestrøm á vitjan á EXTRA Arena leikvøllinum í Tróndheimi.

 

Lillestrøm vann dystin 4-0, men tað er ein ikki heilt rættvís mynd av dystinum. Heldur skuldi sigurin verið 4-3 ella 4-2. Áki hevði tveir góðar málmøguleikar, ein í hvørjum hálvleiki. Hann legði eisini upp til ein góðan málmøguleika, og Ranheim tók heldur ikki av í onkrum øðrum føri. Men Lillestrøm vóru effektivir, og teir vóru á odda 3-0 í steðginum. 

 

Meðan Lillestrøm er greitt oddalið við 28 stigum, so er Ranheim nummar 10 í deildini við 16 stigum. Ranheim hevur tó bert eitt stig upp til sætta plássið, ið gevur rætt til dystir um uppflyting við kappingarlok. 

 

Komandi leygardag klokkan 15 hevur Ranheim dyst á útivølli móti Stabæk.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá norska TV2 frá dystinum Ranheim-Lillestrøm 0-4 (0-3). Báðir málmøguleikarnir og uppleggið til ein málmøguleika hjá Áka síggjast í samandráttinum:

 

##med2##