Slóðbrótandi gassútbygging nærhendis føroyska markinum

Total og Dong hava gjørt av at útbyggja gassfelt vestan fyri Hetland fyri meira enn 20 milliardir krónur. Henda avgerð kann í framtíðini eisini vera við til at slóða fyri lønandi virksemi á føroyska landgrunninum. So gjørdist hon loksins veruleiki. Fyrsta útbyggingin nakrantíð av gassleiðum vestan fyri Hetland og ikki so langt frá føroyska markinum heldur.

Mikudagin í hesi vikuni gjørdu franski olju- og gassrisin TOTAL og danska felagið DONG Energy av at byggja út tvey gassfund, sum liggja miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Laggan og Tormore, sum tey eita, skulu framleiða fyrsta gassið í 2014.

Henda avgerðin er byrjanin uppá eitt nýtt kolvetnisævintýr vestan fyri Hetland. Hon er slóðbrótandi, tí hon komandi árini eisini fer at skunda undir, at fleiri onnur gassfelt verða bygd út. Talan er um gassleiðir, sum oljufeløg hava funnið fyri nógvum árum síðani og seinastu árini eisini. Tað størsta av hesum fundum varð funnið fyri kanska meira enn 30 árum síðani. Nústaðni er tøknin so nógv ment, at tað lønar seg at gera eina milliardaíløgu í at fáa gassið upp og flyta tað til lands.

Ì okkara verð er talan um ómetaliga stórar upphæddir. Brúkast skulu meira enn 20 milliardir krónur komandi árini til framleiðsluútbúnað úti til havs, eina gassleiðing til lands og einum stórum gassverki í Hetlandi.

Total er fyristøðufelag og eigur 80% av loyvunum, meðan DONG eigur tey írestandi 20%. Bara fyri danska felagið DONG fer útbyggingin at kosta 4,3 milliardir krónur. Bæði feltini eru mett at goyma 28 mia. M3 av gassi.

-Vit eru ómetaliga fegin um at vera við til at taka fyrsta stigið til at fáa gassið í hesum stóra økinum til høldar og at byggja út eitt undirstøðukervi, sum so aftur kann gera tað lønandi at byggja fleiri onnur gassfelt út eisini sigur Søren Gath Hansen, konsernstjóri hjá DONG Energy við ábyrgd fyri olju- og gassleiting. Hann vísir á, at hetta hóskar væl til at tryggja langsiktaðu málini hjá Dong at kunna veita gass til teirra kundar.

Dong, sum eisini hevur stór áhugamál í føroyskum øki, er við í fleiri av fundunum, sum eru gjørd vestan fyri Hetland, og Dongstjórin hevur áður úttalað seg til Sosialin, at tað er teirra strategi at brúka royndirnar og útbyggingarnar vestan fyri Hetland í teirra ætlanum í Føroyum eisini.

Nú verður so løgd seinasta hond á eina avtalu millum Total og myndugleikarar í Hetlandi at byggja eitt stórt gassverk í Sullom Voe. Hetta fer at skapa nógv virksemi í økinum og fer sum frálíður at skapa upp ímóti 100 nýggjum arbeiðsplássum.

Hóast henda útbygging sum so einki hevur við føroysku leitingina at gera, so kann hon í framtíðina vera við til at skapa lønsemi í møguligum komandi gassfundum her. Tá ber til at binda í verandi infrastruktur í grannalagnum og harvið gera íløgukostnaðin í úbygging her nógv bílgari.