Róaldur Jacobsen er bara 17 ár og nakrar mánaðar gamal, men hevur longu fingið sítt debut á U21-landsliðnum. Stórtalentið hevur eisini verið ein av berandi kreftunum á miðvøllinum hjá B36 í ár, og tey bæði málini í seinasta umfarinum tryggjaði B36 bronsuna.
- Hetta kendist væl. Eg føldi, at eg skyldaði liðnum hetta. Eg havi havt so nógvar málmøguleikar í ár, so einaferð mátti tað verða. Tað gjørdi tað als ikki verri, at málini fullu í dag, segði Róaldur eftir dystin.
Hann helt, at vindurin spældi ein stóran leiklut. Hvat gjørdi, at tit komu so væl aftur í dystin?
- Eg haldi at tað var mest vindurin, sjálvt um vit ikki høvdu eins nógvan viðvind sum B68. Vit frættu eisini at NSÍ var á odda, so vit máttu bara vinna, segði Róaldur, og staðfesti við hesum, at hann visti at hansara seinna mál gav B36 bronsuna.
Róaldur sigur, at teir í B36 eru nøgdir við eitt 3. pláss, tí top 3 var málsetningurin hjá unga B36-liðnum undan kappingarárinum.