Skulu vera við frá fyrsta degi

Hann er ikki nøgdur við úrslitið hesa ferð, men næstu ferð hava tey ein fyrimun

- Eg eri ikki nøgdur við úrslitið, men næstu ferð eru útlitini betri.

Tað sigur Sune Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag, nú handverkarar og meistarar hava skrivað undir nýggjan sáttmála í gjárkvøldið.

 

Sáttmálin hjá handverkarunum gekk út fyrsta oktober. Nógvir aðrir sáttmálar ganga út fyrr um árið og sostatt standa handverkararnir aftaliga í røðini.

Tað eru teir fyrstu sáttmálarnir sum leggja støðið fyri, hvussu nógv lønirnar hækka og tað merkir, at tá ið handverkararnir komu til samráðingar, var í grundini ikki so nógv at samráðast um.

 

- Vinnuhúsið førir samráðingarnar fyri meistararnar og vit fingu sólaklárt at vita, at lønarkarmurin var ikki til at vika, sigur Sune Simonsen.

Tessvegna hækkaði lønin hjá handverkarum 1,98 prosent tann 1. oktober í ár næsta ár hækkar lønin 2,25 prosent.

 

- Hetta er sama støði, sum semja var um við arbeiðarafeløgini fyrr í ár, sigur Vinnuhúsið.

Men her er Sune Simonsen ikki samdur.

- Næsta ár hækkar lønin longu 1. mai og ikki fyrsta oktober. Samstundis gongur sáttmálin út 1. mai 2016.

Bara tað  gr okkara lønarhækking eitt sindur hægri enn karmarnir annars, sum vórðu lagdir fyrr í ár.  

 

- Sostatt hava vit gjørt ein sáttmála, sum gongur i hálvtannað ár, sigur Sune Simonsen.

Og hann heldur, at tað var eitt krav frá handverkarunum.

 

Hetta merkir, at í næstu samráðingunum vera vit við longu frá 1. mai og sostatt vera vit við til at leggja karmarnar, sigur hann.

Tað merkir so aftur, at næstu ferð vit samráðast standa vit ikki í aftastu røð og sleppa sostatt ikki framat fyrrenn alt longu er avgjørt.

Og tað verður sjálvandi ein stórur fyrimunur, sigur Suni Simonsen.

 

Meiri um sama evni um eina løtu