Skulu syngja í 24 tímar út í eitt

Tey eru ung, men hava kortini mót uppá lívið. Í kvøld kl. 8 fara nevniliga sangfuglarnir í ?Ung Stjørnuskot? undir sína størstu avbjóðing higartil í Posthúskjallaranum í Havn. Tey hava nevniliga sett sær fyri at syngja og spæla tónleik í eitt heilt samdøgur. Byrjað verður kl. 8 í kvøld og hildið verður á til kl. 8 í annaðkvøld.

Tað verður tó ikki bert kórsangur at hoyra. Kórlimirnir hava býtt seg upp í smærri bólkar, sum fara at framføra skiftvís og skiftandi stílartir. Tað sama hava tónleikararnir gjørt, og tí er lagt upp til eitt fjølbroytt samdøgur.

Tað er haraftrat rættiliga ódýrt at koma til hesa marathon-konsertina. Kostnaðurin er í roynd og veru bert 1 króna fyri tíman - í minsta lagi. Hevur ein hug at gjalda meiri, er einki til hindurs fyri tað!

Kórleiðari er Sigrið Sivertsen og tónleikaleiðari Kristoffur Mørkøre.