Aðalfundur í Føroya Arbeiðarafelag
Teir arbeiðsgevarar, sum nú krevja at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroyar, skulu bara sláa kalt vatn
í blóðið og summa seg.
Tað staðfesti Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sipar til, at hesa seinastu tíðina hava vit hoyrt nógv um, hvussu arbeiðsgevarar hava roynt at ávirka landsins myndugleikar til at broyta mannagongd, so at tað í størri mun skal bera til at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið, tí teir siga, at teir fáa ikki nóg mikið av føroyskari arbeiðsmegi at arbeiða í fiskivinnuni.
- Men teir gloyma skjótt, at fyri stuttari tíð síðani var lítið og einki arbeiði á nógvum flakavirkjum í landinum, og arbeiðsfólkið á fiskavirkjunum hevði einki annað enn fiskavirkisskipanina at liva av.
- Tí skulu teir bara sláa kalt vatn í blóðið og summa seg eitt sindur, legði hon afturat.
Ingeborg Vinther hevur nevniliga illgruna um, at tað, sum ein stórur partur av arbeiðsgevarunum vil, er at fáa eina bíliga arbeiðsmegi inn í landið.
-Tað er líkt til, at nú, ið altjóða dómstólur hevur staðfest, at úrvalsavtalur ikki skulu vera galdandi meira, halda arbeiðsgevarar, at nú er lagamanni er at fáa útlendingar inn at arbeiða
fyri undirløn.
- Tað má ikki henda, staðfestir hon.
Hon ivast ikki í, at landsstýrismaðurin í innlendismálum er undir trýsti bæði frá politikarum og vinnulívi til at geva loyvi til útlendska arbeiðsmegi.
Men hon vísti eisini á, at bæði formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag og hon hava verið á fundi
við landsstýrismannin, og har skilti hann skilti hann væl sjónarmiðið hjá arbeiðarafeløgunum.
Harmast um rokið
Annars staðfesti Ingeborg Vinther, at føroyingar skulu sjálvandi hava fyrsta rætt til tað arbeiði, sum er í Føroyum.
Hon harmaðist um, at verður nakað nevnt um útlendska arbeiðsmegi, verður tað misskilt.
Hon vísir á, at fyri einum ári síðani fekk Føroya Arbeiðarafelag fleiri klagur um at arbeiðið á flakavirkjunum varð minkað og at at útlendingar, ið vóru komnir til landið, vórðu ofta bidnir til arebiðis, fram um føroyingar.
- Hetta var eitt mál, sum Føroya Arbeiðarafelag sjálvandi tók upp og tí vendu vit okkum til innlendismálaráðið við eini áheitan um at vera varin við at geva útlendingum
arbeiðs- og uppihaldsloyvi, tá ið tað gekk út yvir tað føroysku arbeiðsmegi, sum er
Hon sigur, at støðan er tann, at øll kunnu koma inn átaka sær arbeiði, sum vanlig arbeiðsfólk, men vanlig arbeiðsfólk við ongari útbúgving, kunnu ikki fara inn á økið hjá øðrum at finna arbeiði.
Hon harmast eisini um, at stóðst so mikið rok av hesum
- Vit vórðu kallað rasistar, tí vit vildu verja økið og gera vart við, at tey, ið búleikast her á landi, mugu sjálvsagt hava fyrsta rætt til arbeiði.
Ingeborg Vinther heldur eisini, at nógvir politikarar fóru heilt av kós í útlendingamálinum.
- Teir gloymdu, at tá ið útlendingar hava fingið uppihalds- og arbeiðsloyvi í eitt ár, so er tað í eitt ár. Samfelagið er ikki bundið av teimum longur enn hetta eina árið.
Ingeborg Vinther leggur afturat, at sjálvandi skulu útlendingar, ið koma higar at búgva fast, hava góð og trygg kor, eins og vit sjálvi hava tað og teir skulu hava somu fakfelagsrættindi, sum føroyingar hava. - Vit mugu hava ein skilagóðan útlendingapolitikk, men vit skulu eisini ansa eftir, at vit ikki gera somu mistøk á útlendingaøkinum, sum nøkur av grannalondum okkara hava gjørt.
- Vit skulu hugsa um, hvat tað er fyri samfelag, vit vilja liva í og at geva eftirkomarum okkara eftir okkum, sigur Ingeborg Vinther.