Tíðin er framvegis ikki búgvin til at lata teimum fátækastu fíggjarligan stuðul, hóast prísirnir eru nógv hækkaðir í seinastuni. Tað staðfestir Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, enn eina ferð. Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, hevur spurt hann um nøkur ætlan er um ein hjálparpakka til fíggjarliga sperdar uppihaldarar og pensjonistar.
Herfyri segði Løgmaður í Kvf, at heldur hendan gongdin fram, fer landsstýrið helst at viðgera málið eftir ólavsøku, men Uni Rasmussen er meiri afturhaldandi. Hann vísir framvegis á, at flestu altjóða búskaparstovnar vænta, at prísvøksturin fer at hæsa av aftur seinni í ár og næsta ár.
Landsstýrismaðurin sigur annars, at tey fylgja væl við prísgongdini og at tey meta alla tíðina um tað er neyðugt, og um tað er ráðiligt, at seta í verk hjálparatiltøk í verk Hann sigur at tað er ein politiskur spurningur um landið skal seta hjálpartiltøk í verk, tá ið prísirnir hækka óvanliga nógv.
Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at enn eru húsarhald í Føroyum ikki líka hart rakt av príshækkingum sum húsarhald í Danmark og aðrastaðni í Evropa. Hetta er tí at vit brúka ikki gass til at gera streym burtur úr og til at hita húsini við. Prísurin á gassi er fleirfaldaður, og hetta merkist væl hjá húsarhaldunum í Evropa. Ein annar munur er, at prísurin á streymi er ikki hækkaður enn í Føroyum, men fleiri staðin í Evropa er hann nógv hækkaður.
Síðani russisku innrásina í Ukraina eru prísirnir hækkaðir minni í Føroyum enn aðrastaðni í Evropa. Fyrsta ársfjórðing í ár vóru prísirnir í Føroyum 4,4 prosent hægri enn í sama ársfjórðingi í fjør. Í flestu londum í Evropa er prísvøksturin í løtuni 7-10 prosent um árið.
Uni Rasmussen sigur, at verða hjálpartiltøk sett í verk, ber ikki til at siga, júst hvørjar bólkar í samfelagnum tey fara at fevna um og tað ber heidur ikki til at siga, hvussu stórur prísvøksturin skal vera, áðrenn hjálpartiltøk verða sett í verk í. Tað verður altíð ein politisk meting, sigur hann.











