Skulu brúka 45.000 tons minni árliga

Árliga oljunýtslan skal minkast við 45.000 tonsum.

Sambært álitinum um orkupolitikk, sum Føroyar hava bundið seg at fylgja, so skal árliga oljunýtslan minka við 45.000 tonsum. Tað kom fram í kjaksendingini hjá Óla Breckmann, har luttakararnir settu sjóneykuna á olju.

 

Í kjalarvørrinum av minkandi oljuprísum, veðurlagsráðstevnu og nýggjari bókaútgávu um oljuvinnuna í Føroyum, hevur oljan fylt nógv seinastu tíðina. Mikudagin fekk Óli Breckmann tríggjar gestir í Rásarúmið, sum hava við olju og oljunýtslu at gera í sínum arbeiði.

 

Hoyr alla sendingina her

 

Kári Mortensen, leiðari á orkudeildini hjá Jarðfeingi vísir á, at tey eru í einari margháttligari støðu.

 

- Tað er eitt slag av einum dilemma. Vit hava sum okkara aðaluppgávu bæði at leita eftir olju, umframt at gera alt fyri ikki at brúka hana, sigur hann.

 

Kári vísir á, at í løtuni liggur samlaða føroyska oljunýtslan um 200-250.000 tons um ári, alt eftir hvørt off-shore oljunýtslan verður tikin við. Hendan oljunýtslan skal tálmast sambært almenna orkupolitikkinum hjá landinum, við støði í áliti um orkupolitikk frá 2009.

 

- Løgting og landsstýri hava við hesum bundið seg til ein veðurlags politikk. Tað inniber, at árliga oljunýtslan skal minka við 45.000 tonsum, í tíðarskeiðinum frá 2005 til 2020. Tað eru longu um 15-16.000 tons, sum verða spard árliga vegna tær 18 vindmyllurnar, ið SEV hevur sett upp. So vit hava fimm ár at minka við 30.000 tonsum afturat, sigur leiðarin á orkudeildini hjá Jarðfeingi.

 

Bjartskygdur

Tó at hann heldur nógv vera ósamd við sær, so er Kári Mortensen bjartskygdur um útlitini at røkka málinum um at tálma árligu føroysku oljunýtsluna við 45.000 tonsum.

 

- Tað síggi eg ljóst upp á, hóast nógv ikki eru samd við mær í tí. Tá ið vit fyrst eru farin í holt við at elektrifiserað orkunýtsluna í Føroyum, so fara vit at spara upp aftur fleiri enn teir 45.000 litrarnar av olju um ári, sigur hann.

 

Hann vísir á heildarætlanina úr landsstýrinum fyri el-orku frá 2011, sum sigur, at orkan í størri mun skal leggjast yvir á el.

 

- Heildarætlanin sigur, at vit skulu økja um orkuframleiðsluna úr varandi orkukeldum og fáa flutt so nógv av orkunýtsluni sum møguligt yvir á elorku, sigur Kári.

 

Oljan rennir undan

Leiðarin á orkudeildini hjá Jarðfeingi ásannar, at man skal vera varin at halga allar grønar loysnir, men hann vísir eisini á, at tað er alneyðugt við skynsamari oljunýtslu.

 

- Man skal vera varin ikki at glorifiserað grøna orku, men man skal eisini vera realistiskur, tí vit vita, at vit innan 100 ár hava brent kanska tríggjar fjórðingar av tí oljuni, sum er til á jørðini. Halda vit áfram sum nú, so kemur tað at vera eitt tíðspunkt, har eingin olja er eftir.

 

- Tí er tað skilagott at vera skynsamur við orkunýtsluni, og finna alternativar loysnir har sum tað ber til. Man fer vónandi at flyta seg frá fossilari orku til CO2 nevtrala orku í framtíðini, sigur Kári Mortensen.