Ætlanin var at skifta graslíkið á vøllinum í Djúpumýru í summarfrítíðini, men tað dróg út. Men í samráð við leiðsluna í KÍ er tí avrátt, at vøllurin skal skiftast beinanvegin kappingin í ár er endað. Men tað merkir eisini, at alt fyrireikingararbeiðið skal vera liðugt, tá ið kappingin endar
Men Klaksvíkar Býráð sigur, at tað, sum hevur mest skund í løtuni er, at leggja upp fyri teimum krøvum til ljós, sum Fótbóltssambandið hevur sett. Og tað merkir, at fóturin til ljósini mugu stoypast í somu arbeiðsgongd, sum vøllurin verður skiftur. Tað fer at kosta eina millión og nú fer býráðið at taka støðu til um tann peningurin skal játtast. Spuringurin um, hvørji ljós skulu keypast, verður so tikin upp seinni.
Men tað verður uttan iva ein avgreiðsluspurningur, tí spurningurin hevur verið fyri í ymsum nevndum hjá býráðnum, og har eru øll samd um at játta peningin.