Tað var eftir øllum at døma í tøkum tíma, tá týska løgreglan handtók tríggjar menn síðstu nátt.
- Menninir vóru vorðnir ein hóttan nú, segði Franz Josef Jung, verjumálaráðharri, og rósti løgregluni fyri at hava avdúkað menninar. Týskir fjølmiðlar halda, at orðini hjá ráðharranum eru ein ábending um, at teir tríggir menninir vóru lidnir at fyrireika seg og vóru til reiðar at seta sínar ætlanir í verk.
Altjóða floghavnin í Frankfurt er tann triðstørsta í Evropa og tann størsta í Týsklandi, og amerikanska herstøðin í Ramstein er eisini ein av teimum stóru, sum USA hevur uttanlands.
Týska ákæruvaldið segði í dag, at teir tríggir menninir hava verið uppi í einum islamistiskum yvirgangsfelagsskapi, og at teir skuldu fremja sínar atsóknir við bilbumbum. Sagt verður, at løgreglan hevur funnið spreingievni.
Sambært Sky News eru tveir av teimum tiknu monnunum týskir ríkisborgarar. Tann triði er pakistani.