Løgtingið hevur nú játtað Strandferðsluni 26 milliónir afturat so at tey hava ráð til olju til skipini restina av árinum.
Sum støðan er nú verður oljan, skipini hjá Strandferðsluni brúka, tikin av teirri vanligu játtanini hjá Strandferðsluni, og tað sama ger seg galdandi fyri vaktarskipini hjá Vørn og havrannsóknarskipinum hjá Havstovuni.
Men nú heldur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at tey eiga at umhugsa at broyta hesa skipanina fyri at gera tað einfaldari og meiri gjøgnumskygd.
Hann heldur nevniliga, at tað er ein betri loysn at seta pengarnir, sum eru til olju, á eina serstaka kontu, sum bara er til olju. Sosatt fæst altíð fult yvirlit yvir, hvussu støðan er. Tað merkir, at heldur játtanin ikki, fæst altíð vissa fyri, at tað er peningur til olju, sum manglar. Men skuldi tað hinvegin hent, at peningur loypur av á oljukontuni, kunnu stovnarnir ikki brúk avlopið til onnur endamál.
Landsstýrismaðurin vísir á, at tað er ein ógvuliga trupul uppgáva at meta um gongdin í oljuprísinum. Beint nú fekk Strandferðslan eina eykajáttan upp á 26 milliónir til olju restina av árinum og tað er útfrá, at oljuprísurin fer at vera 8,10 krónur fyri liturin restina av árinum. Men einaferð herfyri, Strandferðslan bunkraði olju, kostaði hon 8,72 krónur liturin, men seinast, tey bunkraðu olju, kostaði hon 7,96 krónur, so tað er ringt at rokna út.
Men nú Strandferðslan fekk eykajáttan til olju, hevur Løgtingið tryggjað sær, at loypur nakað av, skal tað ikki brúkast til onnur endamál.