Skuldsettur fyri at hava nýtt knív

Ein maður í Havn skal til grundlógaravhoyring seinnapartin

Ein maður í Havn bleiv í gjár handtikin í sambandi við eitt harðskapsmál.

 

Maðurin, sum bleiv handtikin, er skuldsettur fyri at hava nýtt knív í sambandi við harðskapin.

 

Klokkan 16 í dag skal maðurin til grundlógaravhoyring.

 

Sambært politinum er talan um ein mann, sum hevur sálarligar trupulleikar.