Skuldsettur fyri 50 morð og 39 morðroyndir í New Zealandi

Fríggjadagin skal tann 28 ára gamli mistonkti fyri moskudrápini fyri rættin í Christchurch. Hann verður skuldsettur fyri 50 morð.

Tann illtonkti fyri moskudrápini í Christchurch verður skuldsettur fyri at hava dripið 50 fólk og drápsroynd á 39 fólk, tá hann verður framsettur í rættinum fyri aðru ferð.
Tað upplýsir løgreglan í New Zealandi, skrivar tíðindastovan AP.
Undir fyrsta rættarfundinum í málinum varð tann 28 ára gamli mistonkti bert skuldsettur fyri dráp. Men fríggjadagin fer løgreglan at leggja fleiri skuldsetingar aftur at málinum.
– Maðurin, sum er handtikin í yvirgangsmálinum í Christchurch, verður skuldsettur fyri 50 dráp og 29 drápsroyndir, tá hann verður framsettur í hægstarætti í Christchurch fríggjadagin, stendur í boðum frá løgregluni.
Í eini fráboðan sigur dómarin í málinum, at tann mistonkti ikki nýtist at taka støðu til skuldarspurningin fríggjadagin.
Men hann skal taka støðu til, um hann vil hava verja ella ikki.
Tann mistonkti hevur fyrr sagt, at hann vil umboða seg sjálvan í rættarmálinum.
Tað hevur vakt ótta fyri, at tann 28 ára gamli avstraliumaðurin ætlar at brúka rættarmálið at føra fram síni høgravíðgongdu sjónarmið.
Málið verður viðgjørt í hægstarætti í Christchurch fríggjadagin klokkan 9.15 lokala tíð. Tað er klokkan 21.15 í kvøld okkara tíð.
50 fólk doyðu og eins nógv vórðu særd av skotum, tá illgerðarmaðurin 15. mars leyp á tvær moskur í Christchurch.
Álopið var vent ímóti muslimum til fríggjadagsbøn í moskunum Al Noor og Linwood.
Illgerðarmaðurin hevði myndatól uppi á sær, sum filmaði álopini og sendi myndirnar beinleiðis á Facebook.
Tann 28 ára gamli, sum almannakunngjørdi eitt manifest áðrenn álopið, verður hildin at hava gjørt illgerðina einsamallur.

/ritzau/