Fíggjarmálaráðið hevur í dag váttað tað, sum Brandur Sandoy fortaldi Vikublaðnum fyri góðum tveimum mánaðum síðani, at skuldin hjá Sands kommunu fór at koma undir eina álíkning við árslok
Tá skuldin hjá kommununi var um tað mesta, seinast í 1980'unum, skyldaði hon omanfyri 50 milliónir krónur.
Seinastu árini hevur Sands kommuna tó lagt alla orku í at gjalda niður skuld, samstundis sum rakstrarkostnaðurin er hildin niðri á einum lágum støði, og hetta hevur givið úrslit.
Við árslok í 2014, er nettoskuldin hjá kommununi 10,8 milliónir krónur. Í 2014 er ein álíkning hjá Sands kommunu umleið 15 mió kr, og komandi ár metir TAKS, at álíkningin hjá kommununi verður uml 13 mió kr. Tí er Sands kommuna nú komin undir álíkningina.
Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu sigur tó, at hóast kommunan nú er komin undir álíkningina, fer kommunan framhaldandi at gjalda niður skuld.
- Ætlanin er at leggja afturgjaldingina í ein fasta legu, sum samstundis gevur rúm fyri at gera nøkur at teimum átøkum í kommununi, sum hava ligið á láni, meðan meginparturin av orkuni hevur verið brúktur til at koma undir álíkningina, sigur hann.