Eftir Jústinus
Leivsson Eidesgaard
Fyrireikingarnar til ferðina byrjaðu trý ár fyrr og tá var setningurin at náa Norðpólin. Nakað áðrenn Amundsen skuldi fara avstað við Fram og royna at reka so nær norðpólinum sum gjør-ligt, hoyrdist, at menn høvdu verið á Norðpólinum. Amundsen avgjørdi at halda fram sum ætlað, men fyrst vildi hann gera ein avstingara, suðureftir, fyri at vera fyrsti maður á Suðurpólin
. Vit fara í komandi blødum at greida frá stóru suðurpólsferðini hjá Amundsen. Hon verður roknað sum tann seinasta klassiska kanningarferðin, id var rikin av djørvum monnum og steinaldartøkni. Fyri framman glintaðu motorarnir, flúgvarar og øll tann tekniska menningin. Amundsen førdi sínar menn trygt við hundum teir 2000 kilimetrarnar, sum teinurin er fra Hvalvikini í Ross Barriere til Sudurpólin og aftur. Sjálvir stóðu menninir á skíð so at siga allan teinin.
Ein kann spyrja seg sjálvan, hvat var so dragandi við endum heimsins, við Norður og Suður-póli, at menn settu liv í vága fyri at standa á hesum. Hesi landaøki eru so berlig, at kring sjálvar pólarnar livir einki. Í tríggjar mánar sóu Amundsen og hansara men bert eitt livandi kykt. Ein kjógva, men hetta var á veg heim aftur, ikki so øgiliga langt frá Hvalvíkini.
Tað var meira ein spurningur um æru, um heidur, sum dreiv verkið. Ferð Amundsens til Suðurpólin hevði ikki nakað vísundaligt sikti sum so. Her snúði tað seg nógv meira um at verða fyrstur á Suðurpólin. Næstan allur heimurin var kannaður, tað vóru ikki so nógvir hvítir blettir á kortinum.
Norðpólin
Tá Amundsen kom heim aftur eftir ferðina vid ?Gjøðu? norður um Ameriku, var hann troyttur. Hann hevði hildid fyrilestrar um ferðina í USA hevði vunnið nakað av peniningi, men hann var ikki nakar ríkur maður. Peningurin fór til at rinda skuld. Hetta var i 1906.
Hevði onga ítøkiliga ætlan um nýggja kanningarferð og nytti næstu mánaðarnar til at innrætta eini hús, hann hevði keypt. Men dreymurin um at sleppa ut aftur á ísvíddirnar kølnaði ikki heilt. Hann var ikki troyttur av ís-oyunum fyri norðan og sunnan. Hann hevði ikki fingið nogmikið av myrkra vetrinum við ?Belgicu?, sum fyrsta skip lá vetur i Antarktis. Hann hevði ikki fingið nóg mikið av køldu vetrunum i Kanada.
Og í teimum ætlanum, Amundsen arbeiddi vid, var eisini innbygt eitt ynski um at vera fyrstur á annan polin. Menniskjan hevði enn ikki nátt hesar. Eitt kvøldið í tí Geografiska Selskapinum í Kristiania legði Amundsen sínar ætlanir á borðið.
Hann segði: ?Tad eru nóv sum halda, at kanningarferðir i norði er oysl av peningi. Hugtakid polarferð seta tey ofta í samband við at seta met, at náa so langt norður sum møguligt. I slíkum førum eri eg samdur við teimum. Men eg vil gera vart við, at ferðin til polin, ikki er sjálvt endamálið við ferðini. Høvuðsendamálið er visundalig kanning av Íshavinu.?
Amundsen hevði lært at snúgva sær. Hann visti, at ein kanningarferð uttan eitt vísunda-ligt sikti ikki fekk fíggjarligan stuðul.
Og so legði hann sína ætlan á borðið: ?Vid ?Fram? (tad er kenda skipið hjá Fritjof Nansen, blðm.), við útgerð til sjey ár og við dugnaligari manning ,loysi eg ur landi í byrjanini av 1910. Kósin verður sett suður um Kap Horn (hetta var áðrenn Panama-veitina, blðm.) og móti San-francisco, har kol og útgerð verður tikin umbord. Siðan verður kósin sett móti Point Barrow, norðurendin á Amerika, og har vóni eg at vera í juli-august. Higani senda vit tey seinastu boðini heim, áðrenn vit byrja ferðina. Tá vit fara úr Point Barrov er ætlanin at so lítid fólk sum møguligt skal vera við. Vit seta kós móti rekaísinum í ein útnyrðing og royna at finna tað besta plássið at sleppa norðureftir. Tá vit eru konir í gjøgnum, so sigla vit í ein beinan norðan, so langt sum vit sleppa, og lata sídan skipið frysta inni.. Tá skipið er fast, byrjar langa ferðin eini 4-5 ár, har vit reka við ísinum móti Norðpólinum. Tá byrjar tann vísundaligi parturin av ferðini, vit fara at gera kanningar og vónandi loysa enn óloystar gátur.?
Peningatrot
Ein afturvendandi spurningur hjá Amundsen vóru fíggjar-vánirnar. Hóast Amundsen hevdi góð ?forbindilsir?, so hjálptu tey ikki altid, tá hann skuldi fíggja sínar ferðir. Amundsen var longu nú ein heimskendur íshavsfari. Hann hevði roknað við, at ferðin norður um Ameriku for at lata mappurnar upp hjá ævintýrhugaðum rík-monnum, men so var ikki. Hann hevdi eisini roknad vid al-mennum pengum úr Noregi, men har gekk ikki fyri seið. Noreg var júst vorðið sjálv-støðugt ríki, og fíggjarvánirnar vóru vánaligar. Noreg var um hetta mundi eitt fátækt land í Europu.
Kongurin Hákun og Maud drotning vóru tey fyrstu at seta pening í ætlanina. Tey settu 20.000 krónur. Hóast Amundsen helst vildi vera fríur maður, so varð ein nevnd sett niður at fáa pening til vega. Í nevndini var sjálvasti Fritjof Nansen for-madur og Axel Heiberg nevnd-arlimur. Hesir bádir menn høvdu stóran týdning fyri polargransk-ingini hjá norðmonnum.
Norski staturin átti ?Fram?, hetta heimskenda skipið, sum Fritjof Nansen hevði rikið við longur norður í Íshavið enn nakar annar. Amundsen hevði enn ikki fingið loyvi at nýta ?Fram.? Hann sendi varliga eina umbøn til stortingið um at fáa skipið og søkti um 75.000 krónur fyri at seta skipið í stand.
Í 1909 sendi nevndin eina áheitan út til norska fólkið at stuðla Amundsen. Allarhelst hevur tad verið Heiberg, sum hevur skrivað áheitanina. Har stendur millum annað um ætlanina hjá Amundsen:
?Ferðin fer at fáa so stóran týdning fyri Noreg, at hon má gerast veruleiki. Tað er greitt, at fyri eitt lítið fólk hevur tað stóran týdning at standa saman um at loysa stóran mentunnar-ligar avbjóðingar og serliga á økjum, har norðmenn kunnu gera seg galdandi. Her standa smáar tjóðir á jøvnum føti við stórar. Við at gera størstu framtakini innan gransking, list og vísund, so hevja tey eisini rættin at vera til sum sjálvstøðug fólk og sýna teirra týdning fyri heimsmentannina.. Eitt hvørt tílikt framtak, litið ella stórt hjálpir fólkinum at faa merg og sjálvsvirðing og úteftir viður-kenning.?
Norðpólurin tikin
Tann 1. september 1909 sá Amundsen stóra yvirskrift í bløðunum. ?Norðpólurin tikin? Gamli vinurin hjá Amundsen dr Cook var komin til Norðpólin 21. april 1908, og kom fra Cap York til Upernavik i maj 1909.
Dr. Cook og Amundsen gjørd-ust vinir umborð á ?Belgicu? á fyrstu suðurpólsferðini hjá Amundsen.
Tíðindamenn bóðu Amundsen um viðmerkingar og hann varð spurdur, um hetta fór at broyta hansara ætlaðu ferð at reka móti norðpólinum. ?Avgjørt ikki? svaraði Amundsen.
Men inni i viðkvama sinni Amundsens broyttist nakað. Tað veit søgan at fortelja okkum nú aftaná. Dreymurin um at vera fyrsti maður á Norðpólinum var brostin. Eitt ár aftaná at Cook var komin á Norðpólin stóð amerikanarin Peary á honum. Hetta hendi 6. apríl 1909. Seinni stóðst stríð av, hvør av hesum varð fyrstur. Amunsden var greiður yvir, at tað hevði ongan týdning hvør var fyrstur á tað matematiska punktið, sum eitur Norðpólurin. Tann, sum kom fyrst við tíðindunum um at hann hevði verið á staðnum, hevði vunnið. Um tað var dr Cook ella Peary var likamikið fyri Amundsen. Innanst inni ivaðist hann um nakar hevði verið á pólinum. Tað er ein onnur søga sum vit koma til seinni.
Tá Amundsen hoyrdi um at Peary var komin til Norðpólin tók hann eina avgerð, sum hann gekk einsamallur við í fleiri mánaðar. Men fyrireikingarnar til ferð hansara vóru bygdar á hesa avgerð. Hann hevði av-gjørt, at á veg til norðpólin, skuldi hann fyrst eitt legg til Suðurpólin, at vera fyrsi maður sum stóð á Suðurpólinum. Og umvegurin var kanska ikki so øgiliga stórur, teir skuldu undir øllum umstøðum suður um Ameriku, fyri at sleppa í Íshavid úr Kyrrahavinum. Suðuri við Kap Horn, var ikki leingi at sigla suðureftir fyrr enn tu sá ís.
Eitt stórt ?bedrag?
Tað eydnaðist Amundsen at halda tað fullkomiliga loyniligt, at hann fyrst ætlaði sær á Suður-pólin, áðrenn hann fór norður i oyðuna. Orsøkirnar til at hann helt hetta loyniligt vóru fleiri. Noreg var eitt ungt land og tá var Bretland sterkasta land i heiminum. Bretar hildu, at teir høvdu fyrsta rætt til Suðurpólin, nakað norðmenn als ikki vóru samdir í. Bretar høvdu verið teir fyrstu, sum royndi at koma suður á pólin. Tað var enn ikki eydnast, men teir hildu, at teir áttu fyrstarætt. Amundsen vildi ikki fingið eina almenna krónu til eina suðurpólsferð. Tað var hann greiður yvir. Norðmenn tordu ikki at fornerma bretar, so veikir teir vóru um hetta mundi. Fekk nakar at vita um ætlanina, so fóru kanska aðrir at skunda sær.
Beinanvegin aftaná at Amund-sen hevdi frætt um at Peary hevdi verið á Norðpólinum fór hann til Keypmannahavnar. Har hitti hann dr Cook og hann spurdi hann nógv um viður-skiftini á Norðpólinum. Men ørindini vóru nøkur heilt onnur. Grønland var tá avbyrgt og skuldi tu keypa nakað úr Grøn-landi, so mátti tað vera gjøgnum Kongiliga Grønlendska Hand-ilin. Inspektørurin Daugaard Jensen fyri Norðurgrønland var komin til Keypmannahavnar við sama skipi sum dr. Cook. Amundsen visti, at heimsins bestu sletuhundar vóru teir grønlendsku og hann fór tí persónligt til Daugaard-Jensen og bestilti 50 sletuhundar. At ongin grunaði óráð kann tykjast undarligt í dag. Amundsen kom til eskimoararnar í Alaska á ætlaðu ferðini. Hvi skuldi hann so biðja um hundar úr Grønlandi og siðan frakta suður um Ameriku og norðuraftur tvær reisur gjøgnum tropurnar, tá hann kundi fáa hundar í Alaska. Tað var eisini dýrt at geva teimum mat longu ferðina við skipi. Ongin grunaði ilt og í dag er semja um, at Suðurpólsferðin hjá Amundsen, sum endaði við, at hann gjørdist fyrsti maður á pólinum, hon byrjaði á fundinum millum Amundsen og Daugaard Jensen i september 1909.
Og Daugaard Jensen kundi ikki bara geva honum hundar, hann kundi lata teir allarbestu í heimimum og eisini úterð til hundarnar og til manning á eini ferð eftir ísinum í Antarktis.
Amundsen var vanur at nýta hundar. Hann var útbúgvin undir ferðini norður um Ameriku. Netsilik eskimoararnir, sum eru meistarar við hundum og sletu høvdu lært Amundsen og hansara menn torføra kynsturin.