Skuldi havt skorað

Hóast hansara pláss var á vinstra bakki, fekk Jóhan Troest Davidsen ta einu ferðina í fyrra hálvleiki tað mesta av einum kúfóðri á serbisku hálvuni at renna á. Hann royndi at plasera skotið, men fekk tíverri ikki bóltin fram við serbiska málverjanum

FÓTBÓLTUR

 

Tá verjuspælarar skora mál, er tað aloftast eftir eitt hornaspark ella aðra deyðbóltsstøðu. Men fyri aðru ferð í tíð síni sum A-landsliðsspælari, fekk Johan Troest Davidsen í gjárkvøldið ein stóran møguleika, ið kom eftir eina støðu, ið spurdist burtur úr góðum spælskili og hegni at renna, tá rennast skal.

Fyrru ferð, Jóhan hevði ein stóran møguleika at skora fyri Føroyar, var í útidystinum ímóti Italia, sum var spældur í Modena tann 21. november í fyrraárið, tá hann í seinna hálvleiki gjørdist púra leysur, men úr stuttari fjarstøðu skallaði á stongina.

Kanska verður tað »alle gode gange tre«, tí tað er ikki sørt óheppið, at í hagtølum hansara stendur 11 dystir og einki mál. Har kundi gott verið ið hvussu er eitt…

– Tað er rættiliga skuffandi at tapa 0-2, tí eg helt, at vit vóru rættiliga væl við í fyrra hálvleiki. Vit kláraðu at koma til fleiri kjansir og enntá stórar kjansir. Sjálvur hevði eg so ein, har eg skuldi havt skorað, ásannaði Johan Troest Davidsen eftir dystin í gjárkvøldið.

 

Luftin fór úr

Kjansurin kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Hóast Jóhan var bakkur og Símun Samuelsen vongur í vinstru síðu, gavst nakrar ferðir pláss fyri renning av bakkinum og allan vegin fram, og í hesum eina førinum gjørdist Jóhan púra leysur í vinstru síðu. Hann royndi at plasera skotið, meðan teir 2.896 á Tórsvølli hildu ondini í spenningi, men Vladimir Stojkovic í serbiska málinum fekk strekt vinstra arm út og vart fyri.

– Sum ikki eina ferð, so vísir tað seg, at tá vit ikki taka av, verður tað nokk so ringt, tá hinir eisini skapa kjansir í hinum endanum. Tað kostaði og luftin fór úr okkum, tá teir fingu seinna málið, segði landsliðsbakkurin.

– Men alt í alt haldi eg, at menn stríddust við øllum, sum teir høvdu. Vit áttu kanska at havt lagt trýst á teir eitt sindur longur frammi á vøllinum eitt sindur fyrri, men hóast allir góvu seg fult út, tað rakk ikki ordiliga hesa ferð.