Fleiri bilførarar kunnu vænta sær eina heilsan við postinum, eftir at løgreglan gjørdi ferðmátingar Yviri við Strond í Havn í gjár.
Umframt bøtur, fingu fleiri bilførarar eisini klipp í koyrikortið fyri ov høga ferð inni í bygdum øki. Hægst málda ferðin Yviri við Strond varð heili 80 km/t. Hetta kostar bilføraranum eina klekiliga bót og eitt klipp í kortið.
Eisini ein útlendskur bilførari fór í felluna. Tá útlendskir bilførarar verða steðgaðir fyri at koyra ov skjótt, noyðast teir at avrokna bótina á staðnum. Hesin bilførari noyddist tískil at gjalda 2000 krónur í bót, áðrenn hann slapp at halda áfram.
Í gjárkvøldið, beint áðrenn kl. 21, steðgaði løgreglan eisini einum bilførara í Klaksvík, sum teir kannaðu fyri rúsdrekkakoyring. Tað vísti seg, at førari var ávirkaður. Hann verður nú ákærdur fyri rúsdrekkakoyring.