Nú kavin hevur lagt seg um oyggjarnar, og jólini nærkast, bjóða næmingar í Vágs skúla til hugnaløtu í Vágs kirkju.
Tað eru næmingar í 1. - 3. flokki, sum saman við lærarum, ið hava fyriskipað hetta tiltakið.
Tiltakið er ætlað sum alment tiltak fyri tey, sum á onkran hátt hava eina løtu at seta av til jólasang, hugna og frásøgn.
Tað er nú mikudagin 14. desembur kl. 11.00 at næmingar og lærarar bjóða inn í hugnaligu Vágs kirkju til hesa jólaligu løtuna.
Næmingarnir hava seinastu tíðina sungið og vant nógv til jólatiltøkini í skúlanum, eins og tey hava vitjað runt í bygdini til ymisk tiltøk, eins og tey hava sungið inn nýtt jólalag, sum já veg út.
Nú alt er við at koma upp á pláss, og tí bjóða næmingar og lærarar til hugnaliga løtu við sangi, Luciagongd og søgu.
Tiltakið er lítlan tíma til longdar og byrjar kl. 11.00.