Við støði í tíðindum, sum í seinastuni hava borist um flóttafólk í Evropa, hevur Nám gjørt temasíðu á Snar.
Sambært marknaeftirlitinum í ES komu 107.500 flóttafólk inn í Evropa í juli í 2015. Flestu av hesum flóttum eru úr Sýria, Afganistan og Eritrea.
Nám sigur, at temasíðan um flóttafólk kann takast inn í undirvísingina í lærugreinini søga og samtíð, ella í kristnikunnleika og átrúnaði og er ætlað miðdeild og hádeild í fólkaskúlanum.
Á temasíðuni er kunning um heimsins størstu flóttafólkalegu, Dadaab í Kenja. Fleiri filmar eru eisini knýttir at síðuni, eins og kunning um støðuna hjá flóttafólkum í Føroyum.










