Í mai 2017 undirskrivaðu Fiskimálaráðið og MEST sáttmála um at byggja tað nýggja rannsóknarskipið.
MEST fekk síðan Western Baltic Shipyard í Litava at gera skrokkin. Skrokkurin er nú um at vera liðugur og skipasmiðjan hevur boðað frá, at hann verður klárur at sjóseta tann 31. august, skrivar Havstovan á hav.fo.
Skrokkurin verður latin MEST tann 4. september. Eftir tað verður hann sleipaður inn á Skála, har skipið verður gjørt liðugt, skrivar hav.fo.











