Skrivstovur og handil í Brockiebygninginum

Brockiebygningurin í Jónas Broncksgøtu í Havn verður í hesum døgum riggaður til, soleiðis at hann um ikki so langa tíð kann rúma bæði skrivstovum og einum handilshøli

Havn: Í oktober í fjør keyptu brøðurnir Breckmann – Óli, Gunnar og Páll – bygningin Brockie í Jónas Broncks í Havn. Nú eru teir í gongd við at innrætta og gera bygningin í stand, so rúm verður fyri skrivstovum og møguliga einum handilshøli.
– Arbeiðið er nýligani byrjað, so eg fái ikki sagt nær tað verður liðugt, sigur Páll Breckmann.
Hann fær heldur ikki sagt so nógv um, hvør tað verður, sum fer at brúka bygningin, tá hann verður liðugur.
– Tað er eingin endalig avgerð tikin, so um vit fara at nýta hann sjálvir, ella um tað verður onkur annar fái eg einki sagt um, sigur Páll Breckmann, sum saman við brøðrunum, Óla og Gunnar, eigur Brockiebygningin í Jónas Broncksgøtu í Havn.