Fínt skal tað vera!
Og nú er tað so fínt, at ein kommunuskrivari skal ikki longur verða skrivari.
Hereftir skal hann vera stjóri. Uppgávurnar hjá einum kommununuskrivara eru nú so mikið stórar og fjølrbroyttar, at mett verður ikki, at heitið kommunuskrivari er eitt nóg sigandi starvsheitið longur.
Hereftir skulu teir verða kommunustjórar
Í hesum sambandi broyta fleiri kommununur í hesum døgum starvsheitið hjá kommunuskrivarunum, so at teir hereftir verða nevndir kommunustjórar.
Tað sama gjørdi Tvøroyrar Býráð á fundi týskvøldið.
Annars varð upplýst á fundinum, at hóast starvsheitið nú verður kommunustjóri, eru løn og setanarviðurskiftini annars, púra óbroytt.
Í einum løttum tóna var eisini staðiliga víst á, at hetta var ikki nakað, sum skrivarin hjá Tvøroyrar Kommunu hevði funnið uppá, tí hetta var komið úr erva, sum tikið varð til.
Men úrslitið er so tað, at Jónleyg Bech, sum higartil hevur verið kommunuskrivari á Tvøroyri, nú kann pynta seg við heitinum: Jónleyg Bech, kommunustjóri, eins og fleiri aðrir fyrrverandi kommunuskrivarar.