Skráseting Føroya boðar nú frá, at tað fer at skriva bøkur til leiðslu og nevndir í feløgum, sum ikki lata ársroknskapin inn til tíðina.
Higartil hevur tað verið so, at um eitt felag ikki letur ársroknskapin inn eitt hálvt ár eftir, at roknskaparárið endar, hevur felagið fingið eina áminning og nýggja freist 4 vikur seinni. Um roknskapurin ikki er innlatin tá, verður felagið sent í Skiftirættin til avtøku.
Nú ætlar Skráseting Føroya at skriva bøtur, áðrenn feløg verða send í Skiftirættin:
»Frá 1. juli 2018 verður hendan mannagongdin broytt: Um ársfrásøgnin ikki verður latin inn rættstundis, fer Skráseting Føroya, við heimild í § 151 í ársroknskaparlógini, at áleggja ovastu leiðslu felagsins at rinda eitt avgjald. Um eitt felag hevur stjóra og nevndarlimir, verða nevndarlimirnir persónliga álagdir at rinda. Hevur felagið onga nevnd, skal stjórin rinda avgjaldið.«
Upphæddirnar eru 500 kr., 2.000 kr. ella 3.000 kr. í part til hvønn lim í ovastu leiðsluni, alt eftir hvussu leingi roknskapurin er seinkaður.
Skráseting Føroya fer framhaldandi at senda feløg til tvingsilsavtøku, tá mett verður, at hetta er neyðugt.