Ólavsøkudag eru løgtingsmenn, landsstýrismenn, prestar og embætisfólk í kirkju. Skrúðgonga er úr og í Dómkirkjuna. Tingið verður sett og løgmansrøða er á skránni.
Í ár var henda hátíðarløta merkt av, at veðrið var heldur vánaligt. Ikki vóru mong kring tinghúsvøllin, tá sangurin var har og ein av nýggju ólavsøkukantatunum var framførd og tey flestu mundu uppliva hetta og skruðgonguna á sjónvarpsrútinum.
Hans Eiler Hammer, prestur, helt ólavsøkuprædikuna. Vanliga eru mong og hyggja at skrúðgongunii og í kirkju. Men bæði innan og uttan kirkjugátt tyktist heldur fáment.
Veðrið var heldur vánaligt og tey vóru mong, ið bóru ótta fyri, at stóra flaggstongin á Tinghúsvøllinum skuldi brotna, sum hon gav seg undan nógva vindinum, meðan ólavsøkukantatan var framførd.
Óivað kom væl við hjá teimum, ið gingu skrúðgongu, at sleppa inn og at fáa ein góðan bita. Vanligt er, at bispur bjóðar prestunum ein betri bita eftir hátíðarløtuna. Og hóast tingformaðurin í ár gjørdi av, at bert virkandi prestar skuldu ganga skrúðgongu, og teir eldru sostatt ikki taldust í hesum skara, so vóru teir eldru, fráfarnu prestarnir bodnir við til døgurða hjá bispi.
Løgtingsmenn og landsstýrismenn fáa eisini vanliga ein betri bita. Løgtingsformaðurin hevði í ár gjørt av at bjóða teimum heim til hús.
Ólavsøkudagur var merktur av veðrinum og ikki fyrr enn eftir miðnátt og sangurin á vaglinum ljómaði, blíðkaði aftur.