Skotski venjarin ovurfegin

Tað gongur strúkandi hjá skotska fótbóltslandsliðnum. Leygardagin vunnu skotar á Ukreina, og Skotland liggur fremst í EM-bólki B, har Føroyar eisini spæla við.

- Dreingir halda fram at klatra fjøllini. Avrikið leygardagin var tað besta hjá liðnum, síðani eg gjørdist venjari. Tað var fantastisk, segði Alex McLeish við BBC eftir dystin.

Skotland skal mikudagin spæla á útivølli ímóti Georgia, og vinna teir tann dystin, er lagt upp til eitt ordans brak ímóti Italia á Hampden Park tann 17. November.