Skotland spældi leygardagin toppdyst í EM-bólki B ímóti Fraklandi. Bæði Skotland og Frakland høvdu vunnið sínar fyrstu dystir, og dysturin í Glasgow leygardagin endaði við 1-0 sigri til Skotland. Verjuspælarin Gary Caldwell skoraði skotska málið miðskeiðis í seinna seinna hálvleiki, og sigurin hevur við sær, at Skotland rættiliga óvæntað liggur á odda í EM-bólki B frammanfyri Frakland, Italia og øll hini londini í bólkinum.