Tað er altíð spennandi at fáa at vita, hvussu vár-og heysttúrarnir hjá havrannsóknarskipinum, Jákupi Sverra, roynast.
Soleiðis verður eisini hesaferð, nú vártúrurin er beint fyri stavn.
Í nógv ár eru yvilitstrolingar gjørdar á Føroyabanka, eins og á landgrunninum annars, tvær ferðir um árið - um várið og um heystið.
Úrslitini av hesum túrum eru týðandi partur av kanningunum hjá Havstovuni, og soleiðis eisini ein týðandi partur av stovnsmetingunum.
Vártúrurin hjá Jákupi Sverra í ár byrjar hin 13. mars, og sambært ætlanini hjá Havstovuni kemur skipið væntandi aftur hin 19. mars.
Í nøkur ár hevur fiskamatstovan í Havn, Barbara, brúkt hesar túrar sum høvi at skipa fyri serligum tiltøkum - ella Føroyabankakvøldum.
Soleiðis verður eisini hesaferð, nú havrannsóknir aftur skulu gerast á Føroyabanka.
Vit hava skilt, at Føroyabankadagar verða á Barbaru, tá skipið kemur aftur, og tað er ikki óvist, at tiltakið, sum er serliga væl umtókt, eisini verður í Áarstovu.
Longu nú eru fleiri bókingar komnar til Føroyabankakvøldini, har matskráin altíð er forvitnislig og áhugaverd.
Umframt at borðreiða við framúr góða toskinum av Bankanum, verða helst bæði livur og rogn eisini við í matskránni hesaferð.
Kokkarnir síggja altíð fram til hesi tiltøk, og teir vóna, at Jákup Sverri eisini fer at fáa nakað av høgguslokki á túrinum hesaferð.
Tey, sum kundu hugsað sær at fingið eina góða máltíð á Barbaru hesi kvøldini, eiga ikki at bíða ov leingi, tí her verður helst fullteknað teir næstu dagarnar.
##med2##












