Skizofreni í Runavík

Almennur fyrilestur um skizofreni verður í Løkshøll í Runavík í annaðkvøld.

 

Í samband við kunnandi átøk um sálarsjúku, skipar Psykiatriski Depilin fyri fyrilestri í Løkshøll í Runavík í annaðkvøld klokkan 19.

 

Tað verður Tormóður Stórá, serlækni á Psykiatriska Deplinum, sum fer at greiða frá um skizofreni, og Jóannes Joensen fer at greiða frá egnum upplivingum av sjúkuni.

 

Jóannes Joensen fer eisini at framføra egin verk fyri violin saman við Dánjali Eysturstein, sum spælir tangentar.

 

- Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Psykiatriski Depilin.