Skipa Løgtingið í næstu viku

Á ársins fyrst løgtingsfundi verða nevndirnar valdar

 

Løgtingið kemur saman í næstu viku, og á ársins fyrsta fundi skal Løgtingið velja allar nevndirnar. 

Tað fer helst ein heilur tingdagur til tess, og fyri ta tíð skulu flokkarnir sínamillum semjast um býti av nevndarsessum. Og tað er eitt rættiliga stórt putlismpæl, sum skal leggjast, bæði hjá andstøðu og hjá samgongu.

Vanligt er, at andstøðan fær onkran formanssess. Í undanfarna Løgtingið átti andstøðan tveir nevndarformanssessir, og helst fær andstøðan hesaferð onkran formanssess.

Sum skilst á lagnum verður Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum forkvinna í fíggjarnevndini.