Skip og bátar undir sekt fyri ólógliga veiði

Seinastu tíðina hevur Fiskiveiðieftirlitið tikið bæði útróðrarbát og partrolarar fyri ólógliga veiði

Herfyri tók Fiskiveiðieftirlitið ein útróðrarbát, sum eftirlitið metti hevði rikið vinnuliga línuveiði á stongdari leið nærindis Tangafirði. Hetta er fyrsti útróðrarbátur, sum er tikin, eftir at Føroya løgting í fjør heyst samtykti at steingja innastu leiðirnar fyri vinnuligari línuveiði.
Martin Kruse, vakthavandi á Fiskiveiðieftirlitinum, visti ikki í morgun at siga, hvør sektin er, sum útróðrarbáturin hevur fingið, men hann metir, at her fer grundarlagið at verða lagt fyri, hvat útróðrarmenn, sum fiska við línu á stongdum leiðum, kunnu vænta sær, um slík brot endurtaka seg.
- Eg havi verið burtur og veit ikki, um vit hava hoyrt aftur frá fútanum um hetta mál, sigur hann.
Sosialurin hevur tó skilt, at sektaruppskotið, sum fútin hevur lagt fyri bátaeigaran, snýr seg um, at útróðrarbáturin missir veiði og reiðskap og fær 30.000 krónur í bót.
Í síðstu viku vóru fólk av Brimli og kannaðu eina last hjá tveimum partrolarum í Suðuroy, og hesi skipini hava so mist fiskiloyvi í 10 dagar fyri at hava og nógvan smáupsa í lastini – og fyri ikki at hava hildið fráboðanarskylduna til Fiskiveiðieftirlitið.