Løgtingsgrannskoðararnir fýlast á, at skiftandi landsstýrismenn ikki hava fingið greiði á virkseminum hjá Húsalánsgrunninum
Løgtingsgrannskoðararnir vísa á, at nú eru tíggju ár liðin, síðani táverandi landsstýrismaður boðaði frá, at ætlanir vóru um broytingar í lógini um Húsalánsgrunnin, men at einki er hent enn. Tí átala teir enn einaferð, at so long tíð gongur, uttan at málini fáa ein enda.
-Hóast 10 ár eru liðin síðani landsstýrismaðurin kunnaði um, at ætlanir vóru um at geraávísar broytingar í lógini, og at Løgtingsgrannskoðararnir í 1999 settu spurnartekin við, um grunnurin tænti sínum upprunaliga endamáli, er lógargrundarlagið tað sama enn. Løgtingsgrannskoðararnir átala harðliga, at ongar broytingar eru framdar, hóast hesi viðurskifti eru umrødd í áravís, skriva løgtingsgrannskoðararnir í tí seinasta álitinumn.
Víst verður á, at í mong ár hevur ivi verið um lóg og virksemið hjá Húsalánsgrunninum, um tilknýti hansara til fíggjarlóg og landskassaroknskap og um heimildir til lántøku, men at einki er hent.
Løgtingsgrannskoðarar eru Heini O. Heinesen, Magni Laksáfoss, Annfinn Kalsberg og Mikkjal Sørensen.