Fiskivinna
Á landsstýrisfundi, 7. september, viðgjørdi landsstýrið eina kunngerð um hjáveiðireglur fyri fiskifør, sum ikki eru undir fiskidagaskipanini.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at hetta er ein reglulig kunngerð, sum verður lýst tvær ferðir um árið.
- Talan er um kunngerðina um hjáveiði av toski og hýsu hjá lemmatrolarum.
Hann sigur, at hesi skip hava havt eina loyvda hjáveiðikvotu, sum er 50 tons av toski og 50 tons av hýsu um hálvárið.
- Nýggja kunngerðin, sum kemur í gildi beinanvegin, skerjir hesa hjáveiðikvotu hjá lemmatrolarum við 4%, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.